Til forsíðu
Fimleikarhøllin
Svimjihylurin
Barnaverndin
Brandstøðin
Fuglafjarðar skúli
Barnaansing
Eldrarøkt
Kunningarstovan
Ruskøkið
Frítíðarskúlin
Læknin
Sosiala deild
Fuglafjarðar Bókasavn
Um bókasavnið
Lán og bílegging
Aðrar tænastur
Tiltøk
Hvussu blívi eg lánari?

Tað er ókeypis at gerast lánari á bókasavninum. Lánarin fær útflýggja eitt lánikort, sum er persónligt, og sum ein skal hava við, tá lænt verður. Børn undir 13 ár skulu hava loyvi heimanifrá.

 

Lánikortið hevur lánarin sjálvur ábyrgdina av, og eisini ábyrgd av tí, ið lænt verður. Um lánikortið veður burtur verður gjald kravt fyri eitt nýtt lánikort. 15,- kr. fyri vaskin og 10.- kr. fyri børn.

 
Lánitíðin

Lánitíðin er vanliga ein mánaður. Til ber at endurnýggja lánið, um eingin annar hevur bílagt bókina. Tó í mesta lagi 3 ferðir.

 
Bílegging

Møguleiki er fyri at bíleggja bøkur, sum eru útlæntar. Er talan um eina bók, sum bókasavnið ikki eigur ella eitt ávíst evni, ið einki er um, ber til at bíleggja tilfar frá øðrum bókasøvnum.

 
Berið aftur rættstundis

Bókasavnið sendir regluliga áminningar út. Verið farið út um loyvdu tíðina verður gjald lagt á:

 

1. áminning: kr. 5

2. áminning: kr. 10

3. áminning: kr. 15

 

Verður bók skødd ella burtur, verður endurgjald kravt.

 

Lagt út mikudag, 25-08-2010

Býráðsfundurin 26. august er avlýstur

Sagt verður frá, at Býráðsfundurin tann 26. august er avlýstur.

Tiltøk
SEPTEMBER 2010
    12345
6789101112
13141516171819
20212223242526
27282930      
Telefonnr.Leið 410vevm. havn
vevm. brunnarvevm. bátahylurbýráðsfundir
FUGLAFJARÐAR KOMMUNA  ·  ENNIVEGUR 38  ·  TLF. +298 737700  ·  FAX +298 444657  ·  INFO@FUGLAFJORDUR.FO